Anni og Øssur í Fredericia

Hava framsýning í Trinity til sunnudagin

Anni Haraldsen og Øssur Mohr úr Fuglafirði hava farnu vikurnar havt framsýning í danska býnum Fredericia, og framsýningin verður opin til sunnudagin.

Anni Haraldsen sýnir fram 24 tekstilverk og Øssur 14 oljumálningar.

Framsýningin er á Trinity, sum er ein skeið- og fundardepil. Har er eisini eitt gallarí, sum hevur framsýningar alt árið.

Trinity liggur á Gammel Færgevej 30 í Fredericia.