Anni á Hædd fer av MRCC

Stjórin fyri tilbúgvingina hevur valt at siga seg úr starvi, tí landsstýrismaðurin hevur valt at kanna stovnin eftir Olshana-málið Hesum hevur Anni á Hædd boðað frá í tíðindaskrivi, sum er sent føroysku miðlunum.

Millum annað verður í skrivinum staðfest, at stjórin kennir ætlaðu kanningina sum eitt misálit á seg, hóast Bjørn Kalsø hevur heitt á hana um at verða verandi í starvinum.

- At landsstýrismaðurin ikki hevur álit á sínum stjóra og umsiting er sera óheppið og er eitt stórt bakkast fyri MRCC Tórshavn, sum fyri bara tveimum árum síðani varð eftirkannað av Det Norske Veritas eftir syndarligu Jøkulfell-vanlukkuna. At landsstýrismaðurin setur fram krav um kanning hevur við sær, at arbeiðsumstøðurnar gerast ótolandi á MRCC Tórshavn og Tilbúgvingarstovninum, tí avgerðin hjá landsstýrismannin letur upp fyri, at MRCC Tórshavn skal kannast, hvørja ferð óhapp henda á sjónum, verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum.

Anni á Hædd leggur dent á, at kravið um eina kanning er einasta orsøk til, at hon hevur valt at siga seg úr starvinum.