Annfinnur hjálpti indonesisku einkjuni

- Tað er ógvuliga gevandi at hava verið við til at hjálpa indonesisku einkjuni, sum misti mannin við garnaskipinum Anitu, sigur Annfinnur Garðalíð.

Annfinnur Garðalíð, sum er nýggjur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, royndi av øllum alvi at hjálpa indonesisku einkjuni, sum misti mannin við garnaskipinum Anitu fyri sløkum ári síðan. Men, hví fekk Annfinnur í veruleikanum so stóran áhuga fyri júst at hjálpa einkjuni í Indonesia?

 

Hesum greiddi hann frá í Nærvarpinum í Vestmanna herfyri, og in.fo hevur fingið loyvi til at endurgeva burtur úr samrøðuni.

 

- Hetta er eitt kapittul fyri seg. Hetta var ein tragisk hending. Tað var tann 11. februar í 2014, at maðurin sló út umborð á Anitu og spurdist ikki aftur, hóast leitað varð eftir honum í fleiri dagar. Sjálvur var eg við til alt sjóforhoyrið. Tað, sum faktiskt undraði meg so ógvuliga nógv, var, at eingin kom inn á eftirsitaran hjá indonesiska sjómanninum. 

 

Hetta fekk Annfinn Garðalíð sjálvan at fara umborð á Anitu at hitta indonesisku sjómenninar, meðan skipið lá á Fuglafirði.

 

- Her heilsaði eg upp á onkrar av manningini, og eg fekk teir at hjálpa mær at fáa fatur í baklandinum hjá sjómanninum, sum ikki kom afturíaftur. Tað eydnaðist at fáa fatur í einkjuni ella konuni hjá honum.

 

Annfinnur sigur, at tey bæði skrivaðu aftur og fram, men tað tók sína tíð, til líka sum álit var partanna millum. Hon dugdi einki enskt, og sjálvur brúkti Annfinnur googletranslate, og einkjan gjørdi tað sama.

 

- Eg skrivaði á donskum, koyrdi tað inn á googletranslate og fekk tað útaftur á indonesiskum og sendi tekstin yvir til einkjuna. Tað vísti seg, at hon skilti meg ógvuliga væl. Hon sendi so bara aftur á indonesiskum, og so umsetti eg tekstin - aftur við googletranslate. Samskifti var eitt sindur tungt, men tað bar til.

 

Annfinnur Garðalíð sigur, at hann nú fór í gongd við nøkur ting og viðurskifti fyri at loysa upp í hesum máli. Eitt nú tosaði hann nógv við tryggingina og vanlukkutryggingarráðið. Hetta endaði við, at hann gjørdist eitt slag av millummanni millum tryggingina og einkjuna.

 

- Á ein hátt fór eg upp í hetta mál sum nevndarlimur í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, tá eg møtti til sjóforhoyri, men enn meira var hetta av privatum áhugamálum. Maðurin, sum fórst við Anitu, var ikki limur nakrastaðni. Tað var eingin, sum bjóðaði seg fram til at tosa hansara sak.

 

Hann sigur, at tá hann møtti til sjófrágreiðing í málinum um Anitu, var tað vegna Føroya Skipara-og Navigatørfelag, og hann søkti eisini um innlit í sjófrágreiðingina.

 

- Eg fekk alla sjófrágreiðingina, sum hon var. Saman við Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagnum sendu vit frágreiðingina niður til Danmarkar til ein konsulent - ein, sum umsetur. Feløgini rindaðu nakrar túsund krónur hvørt fyri at fáa alla sjófrágreiðingina umsetta til indonesiskt, soleiðis at einkjan og familja hennara kundu lesa um tað, sum var hent indonesiska sjómanninum.

 

Annfinnur Garðalíð sigur, at indonesarin og kona hansara áttu eina dóttir sum verður trý ár nú í februar.

 

- Hetta hevur verið eitt ógvuliga drúgt arbeiði. Men, tá eg hugsi um, at maðurin var indonesari og samskifti var tann vegin, hevur hetta kortini gingið rímiliga skjótt, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum í seinni grein í kvøld á in.fo greiðir frá, hvussu hetta málið spældi av.