58 limir vóru møttir á aðalfundinum.
Nevndarval var, har fimm av teimum ellivu sitandi nevndarlimunum stóðu fyri vali.
Ellintur M. Abrahamsen, sum stóð fyri afturvali boðaði frá, at hann ikki ynskti at verða afturvaldur. Hann gjørdist 70 fyrr í ár og fór tá frá við eftirløn.
Nýggjur nevndarlimur kom í nevndina, og tað var Leivur Christiansen úr Miðvági. Viðmerkjast skal, at Leivur Christiansen hevur sitið í nevndini áður.
##med2##
Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Annfinni Garðalíð, sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni. Hesir vórðu sostatt afturvaldir sum formaður og næstformaður.
Í nevndina blivu Elias Zachariassen, Jákup Gøthe, Jørgen Nielsen, Kristen Friis og Leivur Christiansen valdir. Í nevndini eru umframt hesar: Annfinnur Garðalíð, Jón Bogi F. Guttesen, Johan Eli L. Poulsen, Niels J. Nielsen og Jan Haldansen. Hesir stóðu ikki fyri vali hesaferð.
##med3##
Á aðalfundinum varð avgjørt, at Ellintur M. Abrahamsen gjørdist heiðurslimur hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, vegna drúgva og trúgva tænastu. Ellintur M. Abrahamsen kom í nevndina í 1982, og gjørdist formaður í 1983. Hann var formaður felagsins fram til 2006, og hevur verið nevndarlimur til í gjár, nú hann valdi ikki at stilla uppaftur.













