Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat sum kanningarstjóra í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Tað verður tí Annfinn V. Hansen, sum skal kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.
Landsstýrismálanevndin hevur tilsamans sjey spurningar, sum hon vil hava kanningarstjóran at kanna og skriva eina frágreiðing um.
Kanningarstjórin verður biðin um:
At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevði nøktandi heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígging og rakstur av eini privatari tunnilsverkætlan í tíðini aftaná 1. august 2011.
At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og viðmerkingarskrivið frá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum, dagfest 4. juli 2013, tá løgtingsmál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løgtinginum.
At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við at sýta fyri at útflýggja Løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtingslimum møguleika at fáa kunnleika til sáttmálan uttan at undirskriva trúnaðaravtalu.
At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sínum upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum av spurningunum.
At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”.
At kanna, hvønn leiklut løgmaður hevur havt í málinum um Skálafjarðartunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóggávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri.