Annfinn verður kanningarstjóri

Annfinn V. Hansen skal kanna, um Kári P. Højgaard og løgmaður hava borið seg rætt at í málinum um Skálafjarðartunnilin

Jón Brian Hvidtfeldt

Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Annfinn V. Hansen, advokat sum kann­ingar­stjóra í málinum um Skála­fjarðartunnilin.
Tað verður tí Annfinn V. Hansen, sum skal kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í inn­lend­is­málum, og Kaj Leo Holm Jo­hannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undir­sjóvartunnil undir Skála­firði og Tangafirði (Skála­fjarða­tunnilin) á lógligan hátt.
Landsstýrismálanevndin hevur tilsamans sjey spurn­ingar, sum hon vil hava kann­ingarstjóran at kanna og skriva eina frágreiðing um.

Kanningarstjórin verður biðin um:
1. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­­lendis­málum, Kári P. Høj­gaard, hevði nøktandi heim­ild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígg­ing og rakst­ur av eini privatari tunnils­verk­ætlan í tíðini aftaná 1. august 2011.
2. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við ikki at kunna Løgtingið um eftirkanningar- og við­­merkingarskrivið frá embætisfólkum í Inn­lend­ismálaráðnum, dag­fest 4. juli 2013, tá løg­tingsmál nr. 3/2013 varð lagt fyri og viðgjørt í Løg­ting­inum.

3. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Højgaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins, við at sýta fyri at út­flýggja Løg­ting­inum sátt­málan mill­um Inn­lendis­mála­ráðið og Copenhagen Infra­structure Partners, og í øðrum lagi ikki at geva løgtingslimum møgu­leika at fáa kunn­leika til sáttmálan utt­an at undir­skriva trún­aðar­avtalu.

4. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, hevur framt brot á § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrisins í svari sín­um upp á fyrispurning nr. 59/2012 eftir § 52a í tingskipanini, um privata avtalu við útlendskt felag um Skála- fjarðartunnil; tá hann valdi ikki at brúka upplýsingarnar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggj­ar­liga partinum av spurn­ingunum.

5. At kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva av­talu við Copenhagen Infra­struc­ture Partners um at rinda 1 mió. kr. í sokallaðum “break fee”.

6. At kanna, hvønn leik­lut løgmaður hevur havt í málinum um Skála­fjarðar­tunnilin, og um hann hevur framt brot á § 5, stk. 2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt ella givið Løg­ting­inum skeivar ella vill­leiðandi upplýsingar.

7. At kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftir­lits­skyldu sbrt. § 33, stk. 3 í stýrisskipanar- lógini ella hevur framt brot á lóg­gávuna, vísandi til punkt 1-5 omanfyri.