MB hevur gjørt avtalu við Annfinn Danielsen, um at hann skal verða ungdómsvenjari hjá felagnum.
Annfinn Danielsen hevur seinastu árini verið í starvi hjá KÍ, har hann somuleiðis hevur tikið sær av yngru deildunum. Undan hesum var hann í drúgt áramál venjari hjá yngru deildunum í B36, har hann eisini sat í ungdómsnevndini í fleiri ár.