Tað skerst ikki burtur, at politiski myndugleikin hevur elvt til og framskundað hesa miðsavning.
Politiski myndugleikin hevur eisini ábyrgd av og harafturat møguleikar til at broyta gongdina.
- Ein ávís miðsavning er helst ein neyðug avleiðing av tí støðugu nýmótansgerð av samfelagnum, sum er treytin fyri okkara vælferð.
- Men als ikki í so stóran mun, at tey størru økini skulu líða undir henni, tí tað er púra óneyðugt og als ikki gagnligt fyri landið.
- Tað er á ongan hátt rætt, at politiski myndugleikin heldur fram at skapa eina miðsavning kring Tórshavn, sigur Annfinn Kallsberg.
Nýggjar loysnir fyri útoyggj
Vælferðin krevur sínar fylgjur á so mangan hátt ? og miðsavningin tykist at vera ein avleiðing av tí støðugu nýmótansgerð av samfelagnum.
- Tíðin setir áhaldandi krøv til øktan førleika - til lærdóm og útbúgving, handaliga sum andaliga.
- Fyrr fekk tú tín lærdóm í heimbygdini við at taka lut í gerandislívinum og at sita undir orðunum, tá ið sagt varð frá.
- Tú fekk tín handaliga og andaliga førning við at taka lut í gerandislívinum, í bygdaskúlanum og frá teim gomlu. Men hendan tíðin er ein farin tíð.
- Skal tú fylgja við, mást tú útbúgva teg - har er ongin vegur uttanum. Her røkkur hvørki vanligi gerandislívið í heimbygdini, ei heldur bygdaskúlin ella lærdómur teirra gomlu.
- Krøvini til øktan førleika, sum samfelagið støðugt setir, hevur fyri stóran part verið lagna útoyggjanna, tí umstøður eru ikki til at fáa henda førleika á útoyggj.
- Býr tú á útoyggj, hevur tú stutt sagt ikki møguleika at taka av teimum tilboðum, sum samfelagið hevur at bjóða í sambandi við útbúgving.
- Og tá ið so tú flytur á ungum aldri, er skjótt, at rótin til heimstaðin verður rivin upp ? og tú kennir ikki longsilin at flyta heimaftur.
- Men skuldi tú nú ynskt at flutt heimaftur kortini, ja, so hevur heimstaðurin ikki líkinda starv at bjóða tær.
- Fráflyting av útoyggj er helst tað, vit hava verið noydd at latið fyri vælferðina.
- Fyri at varðveita búseting á útoyggj mugu serlig tiltøk fáast í lag.
- At siga, at vælferðin er lagna útoyggja er kanska at hava munnin í so fullan, tí hvør veit, kanska finna vit við teimum nýggju samferðslu- og samskiftishættum, sum vit hava í dag, loysnir, sum vit áður als ikki hava kunnað ímyndað okkum, sigur Annfinn Kallsberg.
Hjá Tórshavnar kommunu er ongin vandi á ferð
Føroyar eru nú einaferð annað enn miðstaður og útoyggjar.
- Annarleiðis er við teim størru økjunum í Føroyum. Í hesum økjum eru avgjørt góðir møguleikar at hava øll tey tilboð til útbúgving og lærdóm og mentanarvirksemi, sum nútíðin krevur, at fólk hava - ikki bert tey ungu, men eisini børn og tilkomin, sigur Annfinn Kallsberg.
- Hóast hetta eru fleiri øki í Føroyum, sum líða óneyðuga undir miðsavningini kring Tórshavn, serliga Sandoyggin og Suðuroyggin.
- Eg dugi ikki at síggja, at fólk í teimum størru økjunum í Føroyum skulu lata sær lynda ta gongd, sum hevur verið, og sum fyri ein part er farin fram av politiskum ávum, av tí at landsmyndugleikarnir hava lagt so at siga alla landsumsiting í Tórshavn.
- Tað verður m.a. eisini á hesum økinum, at landsmyndugleikarnir fara at fremja tiltøk.
- Eitt tað besta amboðið er at leggja almennar tænastur út á kommunurnar. Men hetta krevur, at kommunurnar samstarva, og tað er mín áskoðan, at ein av avleiðingunum verður ein betur tænasta fyri borgaran.
- Eg hugsi ikki um at flyta miðfyristingina, sum ráðgevur og ger politiskt fyrireikandi arbeiði; hendan fyrisiting má neyðturvuliga verða so nær høvuðssætinum hjá politiska valdinum sum gjørligt, t.v.s. í Tórshavn.
- Tórshavnar kommuna fer tí altíð at hava tryggar landsstovnar. Hjá henni verður neyvan nakrantíð nakar vandi á ferð í so máta, sigur Annfinn Kallsberg.
Størru økini skulu mennast
Tað eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið arbeitt verður við at leggja eina politiska ætlan, sum førir til eina javngóða menning av øllum landinum.
- Málið um landsstovnarnar er eitt týðandi mál. Tað er greitt, at fleiri landsstovnar eru lagdir í Tórshavnar kommunu, sum ikki neyðturvuliga mugu vera har, ja, sum kanska enntá lógu høgligari aðrastaðni í landinum.
- Samskiftis- og samferðslumøguleikarnir í dag eru eisini so mikið góðir, at leiðarar í umsitingini eiga at hugsa meira enn higartil um, hvørt tað letur seg gera hjá starvsfólki at virka uttan fyri miðstaðarøkið, sjálvt um høvuðssæti hjá stovninum er í Tórshavnar kommunu.
- Ofta kennist tað órímiligt, at fólk skulu flyta í Tórshavnar kommunu, tá ið tey fáa eitt alment starv, sigur Annfinn Kallsberg og leggur afturat, at onkuntíð hevur verið sagt, at suðuroyingar kenna tað, sum at teir mugu til Havnar fyri at umsita Suðuroynna.
- Eitt annað sera týðandi mál er at skapa góðar karmar fyri privata fyritakssemið, so at fjøltáttað vinnuvirksemi fær møguleika at taka seg fram í teim størru økjunum.
- Sum nú er hava privatu fyritøkurnar uttan fyri miðstaðarøkið vánalig kor at virka undir, sigur Annfinn Kallsberg.
- Málið um útgerðarstøðir og tænastur til oljuvinnuna eru mál, sum kunnu geva verandi fyritøkum í útjaðaranum arbeiði og harafutat skapa fleiri nýggjar vinnur.
- Tórshavn fær so altíð fyrimunir, so ella so, av tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuvinnuna, hvar í landinum hetta so fer fram.
- Men tað øvugta ger seg tíverri ikki galdandi. Virksemi, sum er í Tórshavnar kommunu, fáa økini uttan fyri Tórshavn ikki treytaleysan fyrimun av, sigur Annfinn Kallsberg.
Størri ábyrgd og meira samstarv
Annfinn Kallsberg, løgmaður, varðar av kommunmálum og er tí høvuðsmaðurin aftan fyri arbeiðið at gera greitt skilnaðarbýtið millum land og kommunur.
Endamálið er at lata kommununum fleiri og størri málsøki at umsita, og í sama viðfangi áleggja teimum alla ábyrgdina av, at tænastan til borgaran er, sum hon skal vera.
Men hann mælir frá at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at skapa enn eitt nýtt politiskt-umsitingarligt lag millum kommunur og landið; tað, sum Javnaðarflokkurin nevnir økisráð.
- Orsøkin er tann, at eg vænti, at økt umsiting verður avleiðingin. Tað snýr seg ístaðin um at gera umsitingina av samfelagnum so ódýra sum gjørligt; at fáa umsitingina so nær borgaran sum gjørligt, tí tað tænir borgaranum best, sigur hann.
- Harafturímóti eri eg fyri at lata kommunum fleiri ábyrgdarøki. Hetta krevur, at kommunurnar ? um tær ikki sjálvbodnar leggja saman ? á ein ella annan hátt samstarva. Tær kunnu sjálvar avgera samstarvsháttin, alt eftir hvat málsøkið talan er um.
- Eg havi onga ætlan um at tvingað kommunur at leggja saman, men mæli inniliga kommununum til sínámillum at taka spurningin um samanlegging og samstarv til viðgerðar.
- Á fleiri økjum hava vit heilt góðar royndir av kommunusamstarvi. Sum dømi kann eg nevna, at vit hava átta kommunur, sum samstarva um kæru-nevndina í sambandi við kommunuskatt; vit hava tvær kommunur, sum røkja renovasjónina um alt landið; og allar kommunur eru saman um ravmagnsorkuna gjøgnum felagsskapin Sev.
Í Norðuroyggjum hava vit m. a. dømi um samstarv millum kommunur um havnir, m.a. samstarva kommunurnar Viðareiði og Hvannasund á hesum økjum.
Kommunurnar hava sostatt nøguleika í hvørjum einstøku føri at meta um samstarvsháttin ? um tær væl at merkja ikki sjálbodnar taka avgerð um at leggja saman.
Eitt mál, sum eg haldi fer at hava stóran týdning í økismenningini, er kommunalt samstarv um forsorgarlógina.
Og hví ikki fáa veruligt kommunalt samstarv um skúlaverkið eisini ? spyr Annfinn Kallsberg.
- Endamálið er tað sama , sum eg havi skilt, at Javnaðarflokkurin hevur. Men tankarnir um mannagongdina eru møguliga nakrir aðrir.
Royndir í Íslandi
Annfinn Kallsberg vísir á, at royndir í Íslandi vísa, at leggur tú ábyrgd á kommunurnar, so finna tær sjálvar loysnirnar.
- Í Íslandi royndu myndugleikarnir at tvinga kommunur at leggja saman, men tað gekk onga leið.
- Síðan løgdu teir ymisk málsøki út á kommunurnar, soleiðis at kommunurnar beinleiðis fingu álagt at umsita tey. Hvussu tær skipaðu og avgreiddu málini var frá nú av einans ábyrgdin hjá kommununum sjálvum ? og tá bar til.
- Kommunurnar funnu skjótt út av, hvussu farast skuldi fram ? og nakrar teirra funnu út av, at best var at leggja saman fyri at røkja hesi nýggju ábyrgdarøki.
- Tað er tí helst skeiv mannagongd fyrst at leggja kommunur saman, fyri síðan at geva teimum ábyrgdarøki. Tí tað kann tykjast ógreitt, hvør orsøkin til samanleggingina er, og samanstarvshættirnir kunnu vera so mangir, sum vit jú hava góð dømi um í Føroyum, sigur Annfinn Kallsberg.
Annars meinar Annfinn Kallsberg, at løgtingsumboð eru rættilig samd um økismenningarpolitikkin.
- Endamálið er tað sama hjá teimum alra flestu, og at fáa semju um mannagongdina verður neyvan so torført, sigur hann.
Mentanarliga skerdir, um allir búgva í Tórhavn
Um allir føroyingar búgva kring Tórshavn, verður avleiðingin, at føroyingar verða menatanarliga skerdir, sigur Annfinn Kallsberg.
- Føroyar verða tá eitt einstakt býarsamfelag burturav.
- Í dag eru børnini á bygd ein sjálvsagdur partur av gerandislívinum hjá foreldrum og grannum. Og hesi sosialu viðurskifti eiga vit at hjúkla um.
- Tað verður ein stórur mentanarligur missur hjá vaksandi ættlarliðnum og hjá teim tilkomnu, ja fyri samfelagið yvirhøvur, tá hvørki børn ella ung eru á fjalli, á floti og ikki kenna til fletting og at vera í hoyna.
- Tá ið hesi mennandi gerandisligu ítrivini úti í føroysku náttúruni eru býtt um við sjónbond, teldustovur og ítróttarhallir.
- Samstundis sum bygdirnar sjálvandi skulu taka við tí nýggja, eiga tær at varðveita og finna gleðina í teimnum møgleikum, bygdalívið vissuliga hevur.
- Hesar umstøður, sum fólk aðrastaðni nóg illa loyva sær at droyma um ? hesar umstøður hava flestu føroyingar beint uttan fyri gáttina.
- Hesi virði mugu vit varða av og kenna sum ómissilig.
- Dreymurin er einar fjølbroyttar Føroyar, har verandi búpláss eru varðveitt og hava eina javngóða menning, har uppvaksandi ættarliðini, børn og tannáringar, hava eitt virkið og innihaldsríkt lív saman við teim eldru á staðnum, eitt lív, sum gevur teimum góðan førning at møta avbjóðingunum, heimurin setir í dag.










