Annfinn heldur fram sum formaður

28. desember 2016 hevði Føroya Skipara- og Navigatørfelag aðalfund í sæti felagsins í Havn.

 

Til nevndarvalið stóðu hesir 6 fyri vali: Annfinnur Garðalíð, Leivur Christiansen, Niels J. Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen og Andrew Svenning Borg. Teir vóru allir afturvaldir.

 

Nevndarlimirnir, sum ikki stóðu fyri vali í 2016 vóru:
Ellintur M. Abrahamsen, Kristin Friis, Elias S. Zachariassen, Ólavur Biskopstø og Jákup Gøthe.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias S. Zachriassen sum næstformanni.