Annfinn Brekkstein formaður

   

Annfinn Brekkstein, borgarstjóri á Velbastað, er nú formaður í valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Føroya Væl.
Felagið hevði aðalfund mánakvøldið, og tá varð nýggj nevnd vald.
Bent Jákup Hansen, sum var formaður í felagnum, Egga Jensen og Petur Weihe stillaðu ikki uppaftur. Annfinn Brekkstein og Súsanna Dam stóðu ikki fyri vali hesaferð. Sum nýggir nevndarlimir vórðu valdir Kaj Leo Johannesen, Heini Fossá og Michael Jensen.
Nýggja nevndin skipaði seg við Annfinni Brekkstein sum formanni, Heina Fossá sum næstformanni og Súsonnu Dam sum kassameistara. Eykalimir í nevndini eru Schumann Hjaltalin og Bent Jákup Hansen.