Annette vitjar Anniku

Danski almannamálaráðharrin er komin at vitja tann føroyska

Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen er komin til Føroya at vitja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

 

Fyrrapartin í dag verður fundur millum landsstýriskvinnuna og almannamálaráðharran, har tær m.a. fara at umrøðu fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum og um at seta á stovn eitt Barnahús í Føroyum. Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar Býráð tekur í móti, og síðan verður vitja á stovnum í Klaksvík.

 

Í morgin fyrrapart er fyrst embætisfundur á skránni, og hareftir verður vitjað á stovnum í Tórshavn.  Danska fylgi fer avstað aftur fríggjadagin seinnapartin.

 

Skráin fyri vitjanina er:

Hósdag 5. september

Fyrrapart

Fundur millum Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og Annette Vilhemsen, almannamálaráðharra í Almannamálaráðnum

 

Seinnapart

Vitja Klaksvíkar býráð

Vitja stovnarnar í Klaksvík; Verkstaðurin á Brekku, Sambýlið á Mýruvegi  og Umlættingarheimið Dáin

Vitja reiðaríið Hvalnes

 

Fríggjadag 6. september

Fyrrapart

Vitja stovnar í Tórshavn; Barnaheimið, Dugni og Vallalíð, har umboð fyri Tórshavnar Býráð taka ím

 

Seinnapart

Danski almannamálaráðharrin fer avstað aftur fríggjadag seinnapart.