Annette Vilhemsen vann stórsigur

Við 66 prosentum av atkvøðunum vann Annette Vilhelmsen stríðið um formanssessin í danska Sosialistiska Fólkaflokkinum, SF.

Á floksstevnuni hjá SF í Den Sorte Diamant í Keypmannahavn er atkvøðubýtið gjørt upp fyri lítlari løtu síðani. Tilsamans vóru 7.290 atkvøður. Tað gevur eina valluttøku millum limirnar í SF upp á 94,4 prosent.

52 ára gamla Annette Vilhelmsen vann við 4.793 atkvøðum á 29 ára gomlu Astrid Krag, sum fekk 2.472 atkvøður.

Tað var tann 7. september, at Villy Søvndal boðaði frá, at legði frá sær sum floksformaður. 12. september boðaði Astrid Krag frá, at hon var eitt av valevnunum. 17. september boðaið Annette Vilhelmsen frá, at hon eisini var við í stríðnum.