Almannaráðið boðar frá, at danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, kemur á Føroyavitjan Í døgunum 4.-7. September. Tað er Annika Olsen, landsstýriskvinna, ið hevur boðið starvssystur síni til Føroya.
Á ferðini skal Annette Vilhelmsen hava fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Á skránni fyri fundin er m.a. umrøðu av fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum og um at seta á stovn eitt Barnahús í Føroyum.
Danski ráðharrin og embætisfólk vitja eisini stovnar í Klaksvík og í Tórshavn á ferðini í Føroyum.










