Í hesum døgum er framsýning í Smiðjuni í Lítlivík í Havn.
Listatilfarið er vovið.
Tað er Annette Bredstrup, ið sýnir verk síni. Hon er dani, og hevur vovið í 40 ár. Hon er limur í listafelagsskapinum Billedkunstnerforbundet.16 størri verk eru við á sýningini, umframt smærri verk og sonevnt collage.
Listakvinnan sigur, at íblástur fær hon frá havinum, náttúruni og etniskari fólkalist. Henni dámar væl sterkar litir. Nærri sæst á heimasíðuni annettebredstrup.dk.
Sýningin í Smiðjuni er opin til 18. september.










