Annette Fredskov: Tað ræður um at kempa

(Ljóðsamrøða) Hóast sklerosu hevur Anette Fredskov runnið 366 marathon uppá 365 dagar

Annette Fredskov er komin til Føroya at fortelja um sínar avbjóðingar við renning og sklerosu. Fyrilesturin hjá henni á torginum í SMS ígjár var lívsjáttandi og gav góðan íblástur - eisini til tey, sum ikki ætla sær at renna Tórshavn Marathon.

 

Í dag vitjaði Annette Fredskov Rásarúmið hjá Ràs2 til eitt prát. Hennara bestu ráð eru, at ein má kempa, og ikki missa mótið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ótrúligu søguna hjá Annette Fredskov.