Anneke von der Lippe spældi fyrstu ferð í filmi, tá hon hevði høvuðsleiklutin í filminum »Krigerens Hjerte« (1992) hjá Leidulv Risan, ein lutur sum gav henni bæði ta norsku Amanda- og Kritikervirðislønina. Seinni var hon við í »Flagermusvinger« og »Over stork og stein« hjá Evu Isaksen, sum hevði frumframførslu í 1994. Fyri leiklutin í »Pan« hjá Henning Carlsen fekk hon eina Amanda og eina Bodilvirðisløn fyri bestu kvinnuliga hjáleiklutin.