Anne Linnet sendi genturnar heim

Tað var ein ring støða, sum Anne Linnet í kvøld var í. Hon skuldi nevniliga velja ímillum dreingirnar í Wasteland og Anna&Lusanda, og tað gjørdist genturnar, sum í kvøld vóru sendar til hús.

 

Hyggjararnir valdu í kvøld, at bæði Anna&Lusanda og Wasteland skuldu enda í vandabólkinum, og sostatt skuldi Anne Linnet velja ímillum sínar egnu bólkar.

 

Danmark hevur tørv á einum dreingjabólki, segði Anne Linnet, tá ið hon valdi at senda Anna&Lusanda til hús, og geva Wasteland enn ein møguleika.

 

Amanda og Karoline hjá Blachman, og Chresten og Stephanie hjá Ida Corr megnaðu øll at koma beinleiðis víðari til næsta fríggjadag.

 

DR boðaði í kvøld frá, at hyggjararnir nú fáa møguleikan at velja hvørjar sangir skulu framførast í næstu útgávu av X-Factor.

 

Kritikkurin hevur annars verið stórur, tí sangirnir, sum hava verið framførdir í X-Factor, hava verið sera ókendir, og tað hevur eftir øllum at døma ikki dámt X-Factor fjepparum væl.

 

Temaði í næstu viku er "dansk", og tú kanst ávirka hvat sangvalið verður á heimasíðuni hjá DR.