Anne Grete Mikkelsen læknastjóri

Í gjár setti Helena Dam á Neystabø danska læknan, Anne Grete Mikkelsen, í starv sum læknastjóra á Landssjúkrahúsinum

Hon er 58 ára gomul, fødd í Ringkøbing. Tann 1. desember tekur hon við starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Anne Grete Mikkelsen tók læknaprógv í Århus í 1970 og fekk serlæknaviðurkenning í intern medisin í 1981. Hon hevur starvast sum yvirlækni á Faaborg sjúkrahúsi síðani 1991, og hon hevur verið leiðandi lækni har síðani januar 1993.

Anne Grete Mikkelsen hevur umframt sína læknafakligu útbúgving holla útbúgving innan leiðslu og fyrisiting.

Tá hon tekur við starvinum 1. desember í ár, er sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum endilga fullmanna aftur.

Eins og sjúkrahúsleiðarin og sjúkrarøktarleiðarin, er Anne Grete Mikkelsen sett í eitt tíðaravmarkað starv upp á fimm ár.