Anne-Elisabeth var ein hitakelda

- Løgreglan hevur gjørt hetta mál til eitt ”mediu-sirkus”, sigur stuðulsadvokaturin hjá Hagen-børnunum, Ståle Kihle.

 

 

Í samband við, at tað í morgin verða liðin tvey ár, síðan norska ríkmanskonan sporleyst hvarv, hevur stuðulsadvokaturin hjá teimum trimum Hagen-børnunum, Ståle Kihle, sent út eitt tíðindaskriv. Í skrivinum leggur hann løgregluna undir at hava gjørt hetta mál til eitt ”mediu-sirkus”, sum hann málber seg, har offurið - Anne-Elisabeth Hagen - er horvin.

- Øll familjan hevur livað í einari ræðuligari støðu í tvey ár. Fyrst kom sjokkið hin 31. oktober í 2018, síðan óvissan og vónloysi. So hvørt, sum tíðin er gingin, er alt bara blivið verri og verri fyri familjuna.

Í tíðindaskrivinum sigur stuðulsadvokaturin, at tað, sum fyllir mest hjá børnunum, er, at løgreglan finnur mammuna, tí hon var hitakeldan hjá teimum øllum. Hon var ein fantastisk kona, mamma og omma, altíð til reiðar fyri øll. Anne-Elisabeth var tann, sum troystaði og hevði umsorgan fyri øllum, hon møtti á leiðini.

Ståle Kihle sigur víðari, at familjan saknar dagligu telefonsamrøðurnar, savningarløturnar og bæði tey smáu og stóru tingini, sum vóru við mammuni.

- Familjan saknar alt, sum var við mammuni, sigur stuðulsadvokaturin, nú tvey ár verða liðin, síðan Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.

Tað er eingin loyna, at tað leingi hevur verið ísakalt millum Tom Hagen og børnini øðrumegin og løgregluna hinumegin. Hvørki miljarderurin, ei heldur tey trý børnini, vilja luttaka í nýggjum avhoyringunum, sum løgreglan ynskir. Tom Hagen sjálvur hevur verið avhoyrdur 12 ferðir, og børnini hava eisini verið til fleiri avhoyringar, har tey eitt nú eru spurd niður í smálutir um kynslívið hjá mammuni og pápanum.

Bæði stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle, og verjuadvokaturin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hava frárátt familjuni at taka lut í fleiri avhoyringum, soleiðis sum støðan er.

Men, hví er tað rætt av børnunum ikki at taka lut í fleiri avhoyringum, spyr VG stuðulsadvokatin?

##med2##

- Børnini hava verið til fleiri avhoyringar hjá løgregluni. Tey hava ikki meira at siga løgregluni, sum kann kasta nýtt ljós á málið - ei heldur um spurningin, hvør kann hava burturflutt mammuna. Haraftrat hildu børnini lítið um avhoyringarmátan og atburðin hjá løgregluni, tá tey vóru í drúgvum avhoyringum í august mánaði í 2019. Hetta er eitt sagt í einum brævi, sum eitt av Hagen-børnunum skrivaði, og sum tv2.no eitt nú hevur víst á, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle.

Hann vísir á, at avhoyringarhátturin, sterku ákærurnar og illgitingarnar í hesum sambandi var ógvuliga tyngjandi í einari annars ógvuliga keðiligari støðu, har mamman hevði verið sporleyst horvin í næstan eitt ár.

Spurdur, hvussu hann heldur, at onnur hugsa, tá hann ræður Hagen-børnunum til ikki at møta til nýggjar avhoyringar, heldur stuðulsadvokaturin, at tað sum so er óviðkomandi, hvat fólk kundu hugsa.

- Onkur einstakur hugsar kanska, at børnini á henda hátt ikki vilja hjálpa at greiða málið. Men, slíkar útsagnir eru skammiligar og vísa vantandi innliving við tí, sum offrini dragast við í einum kriminalmáli. Hetta vísir eisini vantand forstáilsi fyri tí, sum børnini higartil hava verið ígjøgnum - eisini í avhoyringum hjá løgregluni, heldur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle.