Anne Dorthe Michelsen til Føroya

Songkvinnan frá Tøsedrengene verður ein av fýra stjørnum í Vestmanna á flaggdegnum

 

 

Flaggdagin verður tónleikatiltakið, fýra stjørnur, á fjórða sinni hildið í Vestmanna.

 

Nøvn eru nú set á tær fýra stjørnurnar, og kendasta av hesum er Anne Dorthe Michelsen, sum fekk sítt gjøgnumbrot í 80’unum, tá hon var songkvinna hjá væl umtóktu Tøsedrengene. Hon hevur lagt rødd til fleiri av stóru donsku pop-hittunum, og eitt nú kunnu nevnast Elsk mig i nat og Indianer.

 

Umframt Anne Dorthe Michelsen verða tríggjar føroyskar songkvinnur eisini at hoyra í Vestmanna hetta kvøldið. Tær eru Lena Anderssen, Greta Svabo Bech og Ester Kristiansen.