Tað verður Annbritt Toftegaard, sum verður nýggjur skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi.
Tað hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú gjørt av.
Annbritt Toftegaard er 40 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2000 og varð lærari í Miðvágs- Sándavágs í 2001.
Harumframt hevur hon leiðsluútbúgving í persónligari leiðslumenning og hevur leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 1. august 2012.










