Annarleiðis enn Mikkalina og Tróndur

Í gjár opnaði ein framsýning í Perluni í Tórsgøtu, við glasmálningum við føroyskum myndaevni.

 

Í gjár opnaði ein framsýning í Perluni í Tórsgøtu, við glasmálningum við føroyskum myndaevni. Tað eru Lene Kloch og Heidi Dalum, sum sýna fram síni verk.

 

Íblásturin kemur frá Fugloynni og Føroyum yvirhøvur.

 

Lene Kloch er gift við føroyingi og hevur starvast sum lærari í Klaksvík í mong ár.

-          Eg havi vitjað í Fugloynni minst eina ferð um árið hvørt ár í 30 ár. Fyri mongum árum síðani, tá børnini vóru heilt smá, búðu vit í eitt hálvt ár úti í Fugloy, so eg kenni tað veruliga, sum havi eg eitt tætt samband við oynna, sigur hon.

Íblásturin til hennara glasmyndir stavar fyrst og fremst av oynni, men onkrir málningar avmynda eisini onnur støð, millum annað Tinganes.

 

Heidi Dalum fær somuleiðis íblástur frá náttúruni til illustratiónir sínar. Aftaná at hava givið frálæru í skitsu og akvarell tekningum á Fugloynni, gjørdist hon hugtikin av føroysku náttúruni. Málningar hennara eru óftani óvanligar ella paradoksalir. Á hesari framsýningini hevur hon tulka eldri akfør á Fugloynni sum estetiskir skulpturar í føroysku náttúruni.

 

-          Stílurin hjá okkum er ikki sum vanligi stílurin, vit síggja í Føroyum. Vit nýta annarleiðis teknikkir enn til dømis Mikkalina Norðberg og Tróndur Patursson, sigur Lene Kloch.

 

Framsýninin er at síggja í Perluni í Tórsgøtu til og við leygardagin.