Annarleiðis barnaarbeiði

Tíðindaskriv

Samkoman Kedron í Vágum fer sunnudagin undir eitt annarleiðis barnaarbeiði í Sørvági. Sunnudagsskúlin verður fluttur úr Kedron yvir í Húsmøðrafelagshúsini,har byrjað verður kl. 11 sunnudagin 22.oktober.
 
Hetta slagið av sunnudagsskúla er komið úr USA og Norra, verður kallað ”Promiceland”, Lyftisland á Føroyskum.
 
Tímin verður býttur í fýra partar, byrjað verður við spæli t.d. fótbóltspæli, bob,hularingum, hoppibandi, trambolin o.a. síðan verður ein kreativ søga søgd við sjónleiki, dukkuteatur ,drama ella máling. Her verður boðskapurin úr orðtøkunum. So verður sangur, har vit eisini fara at royna okkum á ein øðrvísi hátt.
 
Farið verður síðan í smærri bólkar, har eitt vaksi fólk fer at forklára boðskapin úr søguni til dagin í dag. Eisini er gott, at tey ungu vera aktiverað í barnaarbeiðnum sum hjálparar.
 
Vit gleða okkum sera nógv at byrja og vóna og biða eftir at nógv fara at koma. Nú sunnudagin kl. 11 byrjar BØRN MØTAST í Húsmøðrafelagshúsinum.
 
Borð Harrans verður í Kedron kl 11. kl 12-12.30 verður ábit, og Kl 12.30 byrjar familjumøti. Verið hjartaliga vælkomin.