Leygarkvøldið 21. september verður vinnarin av løgmanssteypinum í 2019 funnin. Í dag vera fjórðingsfinalurnar. Harvið verður seinni í kvøld greitt, hvørji fýra skulu spæla í hálvfinalunum. Í hálvfinaluni verður spælt bæði á heimavølli og útivølli – 8./9. mai og 22./23. mai.
Tvey lið í næstbestu deildini eru í fjórðingsfinaluni. Tey eru B71 og B68, sum bæði skulu spæla á útivølli. B71 skal spæla í Gundadali ímóti HB, og B68 skal spæla í Gøtu ímóti Víkingi.
Fyrsti dysturin verður klokkan 14, tá ið B36 og KÍ aftur bresta saman í Gundadali. Hesi liðini spældu landskappingardyst á sama vølli skírisdag. Tá vunnu klaksvíkingar 3-0.
Skála fær vitjan av TB. Liðið spældu landskappingardyst á Skála 17. mars. Tá vann heimaliðið 2-0.
Víkingur - B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Skála - TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
B36 - KÍ: Petur Reinert kl. 14.00
HB - B71: Rúni Gaardbo kl. 17.00