Miðskeiðis í januar doyði tann fyrsti persónurin av coronavirus. Tað var ein 61 ára gamal maður úr Kina, har virusið fyrstu ferð kom fram.
Síðani hevur virusið spreitt seg yvir landamørk, og fleiri túsund eru deyðu. Enn fleiri er tó vorðin frísk aftur eftir at hava verið smittað.
Her eru nøkur tøl, sum eru skrásett um útbreiðsluna av virusinum:
– Tal av deyðum kring heimin: 2.990
– Tal av smittaðum kring heimin: 87.500
– Tal av lektum kring heimin: 42.700
Tað er váttað coronasmittað í yvir 65 londum.
– Størsti parturin av smittuni hevur verið í Kina. Eisini í Suðurkorea, Italia, iran og Japan eru størri virusútbrot.
– Virusið hevur fingið navnið Sars-CoV-2. Sjúkan, tú fært av virusinum, verður nevnd Covid-19.
Keldur: Johns Hopkins University.
/ritzau/