Næstan annarhvør hósnarungi, sum er at fáa til keyps í kølidiskunum í handlunum, er heilsuskaðiligur.
Og her verður ikki hugsað um tað tiltiknu Salmonella, men um tað hættisligu ESBL bakteriuna.
Í hesum sambandi er bæði talan um høsnarungar við donskum og fremmandum uppruna.
Men serliga er tað merkisvertk, at títtleikin av ESBL bakterium í donskum høsnarungum, er nógv vaksin seinastu tíðina.
Tað verður staðfest í eini nýggjari frágreiðing frá danska matvørueftirilitum.
ESBL bakteriur kunnu elva til bruna, men tað, sum ger tær so vandamiklar, er, at tær eru mótstøðuførar ímóti antibiotika, sum hevur lívsneyðugan týdning, tá ið fólk skulu lekast fyri bruna av ymsum slagi, eisini lívshættisligan bruna.
Verður hugsað um mótstøðuføri ímóti antibiotika, er ESBL bakteriur er tann trupulleikin, sum veksur skjótast, sigur danska matvørueftirlitið.
Í matvørueftirlitinum halda tey, at gongdin er órógvandi, tí vandi er fyri, at fólk fáa bakteriuna í seg umvegis kjøt av høsnarungum.
Í hesum sambandi verður enn einaferð mint á, hvussu stóran týdning reinføri hevur, tá ið borðreitt verður við høsnarunga.
Ráur hósnarungi skal haldast væl burtur frá øðrum mati og tað ræður um at vaska sær bæði ofta og væl um hendurnar.
Amboð, sum eru brúk til ráan hósnarunga, skulu ikki brúkast til annan mat og hósnarungin skal altíð vera væl og virðiliga gjøgnumstoktur ella kókaður.
Hinvegin er títtleikin av ESBL bakterium í donskum svínakjøti munandi fallin seinastu tíðina er er nú komin næstan niður á null, sigur matvørueftirlitið










