Annarhvør grikki sigur nei

Næstan helmingurin av teimum griksku veljarunum halda, at tjóðartingið eigur at sýta fyri at ganga undir treytirnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava lagt við fyri at hjálpa landinum ígjøgnum búskaparkreppuna. Tað sæst í einari meiningakanning, sum blaðið To Vima hevur gjørt.

Eftir kanningini siga 47,5 prosent av veljarunum, at tingið eigur at havna sparingunum. Tey vilja eisini hava nýval til tjóðartingið alt fyri eitt.

Sama kanning vísir, at 90 prosent av teimum spurdu hava ringar vónir um framtíðina. 80 prosent halda fast um, at Grikkaland eigur at verða verandi í evrusamstarvinum.

To Vima ger vart við, at kanningin var gjørd, áðrenn stjórnin varð umskipað í vikuni.