Nú Helle Thorning-Schmidt hevur sitið 100 dagar í forsætisráðharrastarvinum, vísa fleiri meiningakanningar, at nógvir danir vildu heldur havt undanmann hennara, Lars Løkke Rasmussen, í embætinum.
Í einari kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau-tíðindastovuna, siga 51 prosent av teimum spurdu, at tey vildu havt Lars Løkke Rasmussen sum stjórnarleiðara. 36 prosent vilja hava Helle Thorning-Schmidt.
Forsætisráðharrin stendur seg eitt lítið vet betur í einari kanning hjá Gallup. Har vilja 48 prosent hava Lars Løkke Rasmussen og 35 prosent Helle Thorning-Schmidt.