Annar vongurin brotnaði

Undir einari roynd brotnaði ann­ar vongurin av heimsins størsta ferða­manna­flogfari

Óhappið hendi, tá menn vóru í ferð við at royna flog­farið inni á verksmiðjuni í Tolouse, skrivar AFP.
Talskvinnan hjá Airbus-verjsmiðjuni, Barbara Kracht, sigur, at vongurin brotn­aði ímillum tveir motor­ar, men tá var hann settur undir fleiri ferðir størri trýst enn vanligt. Óhappið fer tó ikki at darva framleiðsluni, og tey fyrstu flogførini verða latin keyparunum til avtalaða tíð, sigur talskvinnan.
Airbus 380 er størsta ferða­mannaflogfar í heiminum. Tað hevur pláss fyri 550 ferðafólkum.