Føroyska U20-landsliðið í manshondbólti tekur í hesum døgum lut í IHF Trophy kappingini, sum verður spæld í Andorra.
Í gjár vunnu Føroyar 42-17 á Aserbadjan, og í dag gjørdist talan aftur um stórsigur. Hesa ferð var Írland mótstøðuliðið, og føroyski sigurin gjørdist heili 40-13, eftir at støðan í hálvleikinum var 18-8. Føroysku málini skutu Kjartan Johansen 6, Helgi Hoydal 5, Áki Egilsnes 5, Rói Berg Hansen 5, Jónast G. Djurhuus 4, Djóni V. Højgaard 4, Pætur Thomsen 4, Allan Norðberg 4 og Hilmar Leon Jakosen 3
Saman við Aserbadjan varð Írland mett sum veikasta liðið í bólkinum, og tí er lagt upp til bólkafinalu í morgin. Tá er mótstøðuliðið Andorra, sum eisini hevur vunnið trygt sínar báðar fyrstu dystir. Tey bæði fremstu liðini koma víðari, men tað er einki at ivast í, at oddasessurin vigar nógv hjá báðum pørtum. Georgia verður roknað sum sterkasta liðið í kappingini, og tí ræður um hjá Føroyum at vinna okkara bólk, so sleppast kann undan teimum í hálvfinaluni.
Dysturin móti Andorra byrjar klokkan 19 í morgin, og Kringvarpið fer at siga frá dystinum.