Annar stabilisatorurin á Smyrli riggar ikki

Ferðafólk, sum hava siglt við Smyrli seinastu dagarnar, hava varnast, at hann hevur ikki verið heilt so róligur í sjónum, sum tey eru von við.

Men tað er tað ein orsøk til.

Annar stabolisatorurin á Smyrli riggar ikki í løtuni og verður sostatt ikki brúktur. Sostatt siglur Smyril hesar dagarnar bara við øðrum stabilisatorinum.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at manningin hevur varnast nakrar rivur í einum húsa til tann eina stabilisatorin og tískil er hann óvirkin í løtuni.

- Tað er als ongin trupulleiki sum so, men tað merkist kanska eitt sindur hjá teimum, sum ikki eru so fegin fyri at sigla.

Hann dugir ikki at siga, nær brekið verður umvælt.

Strandferðslan skal eisini hava fatur á japanska virkinum, sum hevur gjørt stabilisatorarnar.

Kavarar skulu niður at kanna stabilisatorarnar uttanborða og síðani verður støða tikið til umvælingina.

Smyril hevur havt trupulleikar av stabilisatorunum áður, men rakstrarleiðarin sigur, at hendan ávísa trupulleikan hava tey ikki havt áður.