UMMÆLI
Við teimum báðum føroysku steðgunum er Lord of the Rings ? The Two Towers ? tríggjar tímar og 45 minuttir til longdar. Ein longd, sum setir hægstu krøv til góðsku. Vit fáu til ummælara og filmseftirlit sýningina undan almennu heimspremieru eru til annan part í einari stórfingnari ævintýrrøð.
Eftir stórfilmin The Fellowship of the Ring er eisini tann seinna bókin í røðini komin á stórskíggjan.
Lat tað bara vera sagt beinanvegin, at hesin filmurin krevur fyrireiking. Søgan gerst bara ein hurlivasi við einari rúgvu av nøvnum og støðum, hevur tú ikki sæð ella lisið fyrra filmin ella bókina. Ongantíð betur, um báðar bøkurnar liggja í minninum, men tú kanst klára teg væl við at hyggja at fyrra filminum áðrenn. Lord of the Rings er alt ein søga. At byrja við miðjuni gevur stutt og greitt lítla og onga meining.
Har tann fyrri filmurin endaði, byrjar so hesin. Filmurin sigur frá tveimum og seinni trimum paralellum søgugongdum, sum virka í so einstáttaðar . Vit eru aftur á slóðini. Frodo og Sam eru á lagnuferðini við ringinum móti Mordor.
Aragorn, àlvin Legolas og dvørgurin Gimli eru aftur á ferð. Fyrst fyri at bjarga teimum báðum ungu hobittunum og seinni ? við góðari hjálp frá gamla kenninginum Gandalf ? fara teir at berjast móti myrkrinum hjá Saruman í kongaríkinum Rohan, har frælst fólk enn býr.
Eftir, at vit í fyrra filminum komu at kenna persónar og søgu í hesum løgna men lokkandi ævintýrheimi, dvølja vit eina løtu her í ævintýrheimi. Treyðugt so er ferð á, og senurnar við dysti og kríggi eru nógvar, men sjálvurin ringurin er ikki so avgerandi á hesum sinni.
Frodo er ikki navnið á høvuðspersóninum í hesum filminum. Hansara ferð við ringinum er ? hóast fyri søgugongdini avgerandi ? mest ein vallan á ókendum lendi, har innlit fæst í svarta heimin, ið ringurin tráðar eftir. Heldur er Aragorn berandi persónurin í filminum.
Her kundi lýsingin av persóninum Frodo tikið við, men heldur tykist hetta at hanga afturút og bíðar til avgerandi partin. Tað tykist ov bíligt at lata ein so týðandi persón valla mestsum endaleyst við bert smáum innlitum til hansara mensku, persón og vitan fyri at geva pláss í søguni og betri rúmd fyri endaliga slagnum. Tað ber kanska illa til at siga, hvat er veruleiki og hvat vendur upp og niður í einum ævintýriheimi, og logikurin hvørvur, men sum persónssøga er Frodo alt annað enn prýðandi fyri filmin.
Við sær í ferðalag fær Frodo eisini fyrrverandi ringberaran og løgnu veruna, Gollum, sum eisini hevur eitt annað navn, ið eg ikki hætti mær at stava.
Hesin er tað mesta av filminum í einari tvístøðu. Hann er í sjálvum sær ímyndin av stóra temainum ? myrkri og ljósið. Teir ringastu fíggindarnir og skarpastu mótsetningar, sum ímynd fyri tað góða og tað ónda.
Valla fær mann nakra premieru fyri at siga, at eitt ævintýr er ein uppgerð millum gott og ónt, men tað er eisini ein av styrkinum hjá filminum. At varðveita megina í ævintýrinum og seta nýtt lív er ein gandur í sær sjálvum.
Søgugongdirnar eru sum sagt fleiri, og vit lata heldur fólk sjálvi fara at hyggja at teimum, heldur enn at remsa tær upp. Uttan at siga ov nógv, ber til at avdúka, at filmurin samlar træðrir og byggir upp til uppgerð, men so siga vit ikki meira.
Sum so mangan, tá umfatandi stórverk verða gjørd til film, er talið av persónum og hendingum nógv. Filmurin fylgir bókunum heilt hampuliga væl, og alt annað líka burdi hetta bert givið gott av sær, men tað eru nakrir persónar, sum stutt og greitt ikki tykjast at geva stórvegis meining.
Meira enn nakað annað er hesin filmurin ein visualisering av bókunum og ævintýrinum. Hetta er sjálvsagt, men ikki minni sannleiki. Høvuðsleikarin í hesum filminum er teldan.
Ævintýrið og frálíka søgan sprottin úr fornum mýtum og leivdum hittir tøknifrøðina úr 21. øld. Og hetta er eitt skrásett parlag, sum tað ikki ber til at hava nakað ímóti. Hóast tað kann kjakast um, hvørt tað er rætt við so nógvum effektum og tøkni, so er einki at ivast í, at filmurin á hesum øki er framúrskarandi. Ein tann vakrasti og mest hugvekjandi filmurin, sum hevur verið fyri hesum eygum. Tað fær valla verið nógv betri.
Somuleiðis skal leitast leingi eftir betri handriti og søgu. Søgan verður latin í ein fantastiskan ham, og henda løgna verð kennist verulig. Hóast hasar góðu tríggjar tímarnar og nakað,
Málið er yndislig við ein klassisku boðskapi. Tað eru nøkur ting, ið eru verd at stríðast fyri. Hóast harða mótstøðu, feilir og snávaður av leið, so er ljósið sterkari enn myrkrið, Um at finna eydnuna, skal tað rætta fremjast. Tað einasta rætta.
Herfrá fær filmurin ta rós, at filmurin til fulnar megnar at sameina tøkni og søgu. Ein samanrenning, sum langt frá altíð tykist at lukkast. Fyri at vera ein 2?ari er filmurin í heimsflokki. Ein ævintýrheimur uttan sín líka.
Fyri serliga snøklar í søgugongd og persónum geva vit ikki mest loyvda karakter á stiðjanum, men tað er líka við.