Vesturleiki og Rankin partrola, og í dag komu skipini aftur av túri. Vesturleiki landaði í Sørvági og hevði umleið 65.000 pund, meðan Rankin landaði á Tvøroyri og hevði umleið somu veiðinøgd sum Vesturleiki.
Tað er heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen, sum ber hesi tíðindi.
Hesin túrurin hjá Vesturleika og Rankanum byrjaði hin 19. apríl.
Tað er lutfalsliga nýtt í Føroyum, at djúpvatnstrolarar partrola, men hetta hevur eftir øllum at døma riggað væl, eins og skipini spara nógva olju.