Í dag hava partrolararnir, Vesturtúgva og Grønanes, landað - ávikavist í Sørvági og í Klaksvík. Tað er heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen, sum ber hesi tíðindi í dag.
Landingarmiðstøðin í Sørvági landaði Vesturtúgvu, sum hevði umleið 90.000 pund, og Grønanes landaði á Kósini í Klaksvík.
Jóannis Nielsen veit at siga, at nøgdirnar hjá Grønanesi vóru heldur minni enn nøgdirnar hjá Vesturtúgvu.
Skipini, sum eru á upsaveiði, fara nýggjan túr í kvøld.