Løgreglan í Íslandi fer í dag at heita á dómaran um í minsta lagi at leingja varðhaldsfongslingina hjá av øðrum av teimum báðum skuldsettu í málinum um Birnu Brjánsdóttur.
Tann, sum løgreglan fer at biðja um longda varðhaldsfongsling hjá, er maðurin, sum um 07-tíðina leygarmorgunin, 14. januar, koyrir av havnalagnum í Hafnarfirði í reyða Kia bilinum og ikki er aftur fyrr enn nakrar tímar seinni.
- Í løtuni er ikki greitt, um løgreglan fer at biðja um varðhaldsfongsling av manninum, sum um náttina datt av á barrini í Reykjavík, og sum tíðliga um morgunin fór umborð aftur á Polar Nanoq, skrivar íslendska ríkisútvarpið - RUV - fyri løtu síðan.
Við visir.is sigur kanningarleiðarin, Grímur Grímsson, at hóast annar av skuldsettu møguliga verður leyslatin í dag, kemur hesin framvegis at hava rættindi sum skuldsettur í málinum um Birnu Brjánsdóttur.