Annar maðurin lat lív

Dagført: Fallið var um 10 metrar.

- Tá tyrlan kom á Landssjúkrahúsið við omandotnu monnunum, var staðfest, at annar teirra, ein 40 ára gamal maður, hevði latið lív, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Hin maðurin, 80 ára gamal, liggur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur fingið skaða í høvdið og hevur brotið beinið. Hann er álvarsliga skaddur, sigur løgreglan.

 

- Av higartil ókendari orsøk duttu tveir mans - uml 40 og 80 ára aldur - einar 10 metrar niður í eina gjógv, Svínagjógv. Grýtið er í gjónni, skrivar løgreglan.

 

Talan er ikki um ferðafólk í orðsins vanliga týdningi. Her er talan um eitt ferðalið av plantufrøðingum, sum vóru farnir í Svínagjógv at hyggja eftir grasi, mosa og øðrum vøkstri. Okkurt um 10 fólk vóru við ferðalagnum, sigur boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi.

- Umstøðurnar rundan um vanlukkuna eru framvegis eitt sindur ókendar. Vit vita ikki, hví báðir menninir duttu oman. Kanska tók annar hin við sær í fallinum, kanska datt annar á hin, ella annar royndi at hjálpa. Enn er alt eitt sindur ógreitt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Fleiri onnur vóru við teimum báðum monnunum í Svínagjógv, og løgreglan roynir at fáa skil á, hvat er hent.

 

Les eisini: Báðir álvarliga skaddir

 

Svínagjógv liggur í Saksunardali, norðanfyri Heljardalsá.