Nevningatingið hevur nú seinnapartin frádømt annan av litavunum, sum vórðu handtiknir í Havn 13. november í fjør við einum bili, ið fýra kilo av sera sterkum rúsevnum vóru í áðir litavarnir hava alla tíðina noktað seg sekar í at hava smuglað rúsevnini til Føroya. Teir søgdu, at teir ikki vistu, at rúsevnini vóru í bilinum.
Nevningarnir trúðu øðrum manninum. Hesin maðurin skuldi upprunaliga við bilinum til Íslands, men hann tók av tilboðnum, tá ið ein annar leyp frá.
Hin litavin varð av nevningunum funnin sekur. Hesin varð eina viku frammanundan biðin um at fara við bilinum til Íslands.
Í morgin fara nevningarnir og juridiski dómarin at áseta revsingin, sum tann maðurin skal hava.