Annar jóladagur: Sankti Stefan

Umleið 300.000 fólk í Asia doyðu hendan dagin í 2004 av flóðaldu

Dagurin var hildin til minnis um fyrsta kristna pínslaváttin (Ápostlasøgan kap. 7).

Grikska navnið Stephanos merkir heiðurskransur, krúna.

Av hendingum hendan dagin kunnu nevnast, at í 1933 var FM radio pantenterað, at bretskar herdeildir søktu týska slagskipið Scharnhorst hendan dagin í 1943, og at Ovasta Sovjettin í Sovjetsamveldinum hittist hendan dagin í 1991 fyri formliga at upplýsa Sovjetsamveldið.

Hendan dagin í 2004 var ein harður jarðskjálvti í Indiska havinum vestan fyri indonesisku oynna Sumatra. Skjálvtin varð máldur til 9,0 á richterskalanum og verður hildin at verða tann harðasti í 40 ár. Ein flóðalda, ein sonevnd tsunami, drap umleið 300.000 fólk og umleið 1,5 milliónir fólk mistu hús og heim við strendurnar í Teilandi, Sri Lanka, India, Indonesia og Malaysia.

Av persónum, sum eru føddir hendan dagin kunnu vit nevnda Mao Zedong, sum var formaður í kinesiska kommunistaflokkinum. Hann varð føddur í 1893 og doyði í 1976, og danski trummusláarin og tónaskaldið Lars Ulrich, kendur úr bólkinum Metallica, sum varð føddur hendan dagin í 1963.

Tveir amerikanskir forsetar eru deyðir hendan dagin. Harry S. Truman, sum var føddur í 1884, doyði hendan dagin í 1972, og Gerald Ford, sum var føddur í 1913, doyði hendan dagin í 2006.