Annar hvør maður á Tvøroyri tosar íslendskt

- Onkur skeinkistøð hava notið gott av okkara vitjan, siga íslendingar, sum hava ligið á Tvøroyri seinastu dagarnar.

- Eftir at íslendsku nótabátarnir gjørdu innrás í síðstu viku, hevur verið sera lívligt á havnarlagnum. Tey flestu munnu hava lagt til merkis, at størsta arbeiðsplássið í oynni - Varðin Pelagic - aftur er farið í gongd.

 

Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga.

 

Víst verður á, at tá Tróndur í Gøtu miðskeiðis í vikuni var inni við umleið 1300 tonsum av svartkjafti til matna, hildu íslendsku nótabátarnir avstað.

 

- Manningarnar hava verið eyðsýndar í býarmyndini, og altíð er hugnaligt at fáa vitjan úr brøðratjóðini.

 

Eftir at Tróndur í Gøtu var inni og landaði, kom eisini Jupiter við stívliga 1100 tonsum av svartkjafti til matna. Samstundis, sum Jupiter kom inn at landa, kom eisini 82 metrar langi Silver River eftir fiski frá Varðanum Pelagic.

 

Fríggjamorgunin lógu aftur tveir íslendskir nótabátar við djúphavnina á Tvøroyri. Hetta vóru Birtingur (63 m.) og Heimaey (72 m.).

 

Jón Bogi Guttesen, havnameistari, sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at íslendingar hava eina skipan, har skipini liggja í bíðirøð eftir at fiska. Ein fer út og fyllir seg, meðan teir næstu liggja og bíða eftir tørni.

 

- At íslendingar hava hugnað sær á Tvøroyri, sæst týðiliga, um vit vitja heimasíðuna hjá Sildavinnsluni, svn.is. Teir siga, at tað hevur verið gott at liggja á Tvøroyri. Her er góð havn og gott fólk, sum vil gera alt fyri teir.

 

Íslendingar leggja aftrat, at "enntá tosar annar hvør maður íslendskt. Vit hava verið mangar gongutúrar, um útlitini fyri veiðu ikki hava verið tey bestu. Tó hava nøkur skeinkistøð notið gott av okkara vitjan…"