Annar hvør hevur ikki vunnið

Nú fjórða umfar er á skránni bíða fimm av tíggju liðum framvegis eftir fyrsta sigrinum

Í dag og í morgin er fjórða umfar í fremstu fótbóltsdeildini á skránni. Eftir triðja umfar eigur einki lið fulla úrtøku. NSÍ er einasta felagið, sum hevur vunnið tvær ferðir, og FC Suðuroy er einasta liðið, sum hevur tapt allar tríggjar ferðirnar.

Tað er sjáldsamt, at helmingurin av liðunum framvegis ikki hava vunnið, men hetta er ikki ókent. Í 2012 vóru tað eisini fimm feløg, sum ikki høvdu vunnið, tá ið kappingin var trý umfør gomul. Tey feløgini, sum higartil í ár ikki hava roynt at vinna fulla úrtøku, eru Víkingur, ÍF og AB, sum allar tríggjar ferðirnar inntil nú hava spælt javnt, EB/Streymur, sum hevur spælt javnt tvær ferðir og einaferð tapt, og so FC Suðuroy.

 

At eingin orsøk er at geva skarvin yvir, hóast tað higartil ikki hevur eydnast at vinna fulla úrtøku, er gongdin fyri trimum árum síðani staðfesting av. Ta ferðina var EB/Streymur eitt av fimm liðum, sum ikki vann fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum. Tá ið 27 umfør vóru farin, og kappingin uppgjørd, stóðu teir í EB/Streymi við meistaraheitinum. Tølini siga, at talan var um sannførandi FM, tí fjarstøðan aftur til ÍF á silvurplássinum var fýra stig. EB/Streymur vann FM við 58 stigum, ÍF vann silvur við 54 stigum, og HB vann bronsu við 45 stigum.

 

 

4. umfar

Í dag

FC Suðuroy-B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00

EB/Streymur-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

Í morgin

Víkingur-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

NSÍ-ÍF: Petur Reinert kl. 15.00

HB-TB: Alex Troleis kl. 16.00