Annar hvør shopaholikari er ein maður

Keypisjúka verður vanliga sett í samband við ósikrar kvinnur í 30unum. Men fleiri amerikanskar kanningar vísa, at annar hvør shopaholikari er ein maður. Eisini í Danmark eru nógvir keypisjúkir menn. Á viðgerðarstovninum Dansk Misbrugsbehandling er triði hvør sjúklingur mannfólk. Men menninir keypa onnur ting enn kvinnurnar. Til dømis amboð, ur, elektroniska útgerð, list og design. Yngru menninir keypa eisini ofta klæðir, skógvar og belti, meðan teir eldru heldur keypa amboð.

--


Hevur tú keypisjúku?

Her eru nøkur tekin um, at tú hevur keypisjúku.

1. Bankakonto. Um tú brúkar fleiri pengar enn tú eigur, ella lænir pengar at nøkta keypitørvin við.

2. Óbrúkt ting. Um tú eigur nógvar lutir, sum tú hevur keypt, men ongantíð brúkt.

3. Lygn. Um tú roynir at krógva innkeyp ella lýgur um, hvat tey kosta.