Upphæddin at vinna var 400.000 krónur og harvið metstór, og fleiri enn nakrantíð luttóku í kvøld í Gekkaspælinum í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya Gekkaupphæddin er metstór, og í kvøld var áhugin fyri at spæla rættuliga stórur. Høvuðsvinningurin var 400.000 krónur. Talan er um metstóra upphædd, síðani farið varð undir gekkaspælið í 1997.
Áhugin fyri at spæla var stórur í kvøld. Fleiri enn 24 túsund seðlar vórðu seldir.
Í Føroyum er fólkatalið stívliga 48 túsund. Tað vil við øðrum orðum siga, at hagtalsliga sat annar hvør føroyingur - frá yngsta nýføðinginum og til elsta fólkið! - spældi við í gekkaspælinum í kvøld.
Tað eydnaðist ikki nøkrum at vinna tær 400.000 krónurnar, sum sostatt eisini verða upp á spæl í ólavsøkudráttinum, sum verður um eina viku.
Tá verður upphæddin 420.000krónur, og tað kann væl verða, at talið á seldum seðlum verður eins stórt og kanska størri tá, enn tað var í kvøld.










