Triði síðsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið er á skránni ídag. Talan er um fjórðingsfinaluna, har átta lið fara at telvast um tey fýra plássini í hálvfinaluni.
Toppliðið í landskappingini, Víkingur, fer út á Svangaskarð at dystast ímóti B68. Í landskappingini vann Víkingur í 3. umfari 2-0 á heimavølli ímóti B68. Tá høvdu toftamenn einki stig, men síðani hava teir reist seg og vunnið tveir sigrar.
HB er á veg til Klaksvíkar, har teir spældu landskappingardyst fyri trimum vikum síðani. Ta ferðina var úrslitið 1-1. Síðani hevur HB í tveimum umførum vunnið fýra stig og skorað fimm mál, meðan KÍ einki mál hevur skorað og vunnið eitt stig.
Eftir trilvandi fyrstu umførini hevur EB/Streymur rættuliga fótað sær í landskappingini, har talan sunnudagin var um søtan 2-1 sigur í Gundadali ímóti meistarunum í B36. Í dag er EB/Streymur aftur á veg í høvuðsstaðin. Steypavinnararnir tvey tey seinastu árini eru stórfavorittar ímóti AB úr næstbestu deildini.
B71 er á veg til Vágs. FC Suðuroy hevur einki mál skorað í fyrstu fimm landskappingardystunum. Í steypakappingini spældu teir seg í fjórðingsfinaluna við trivaligum 5-0 heimasigri á Skála úr næstbestu deildini. B71 hevur ikki staðið seg væl higartil í 1. deild, har úrtøkan úr fýra dystum er fýra stig. Í steypakappingini kvalifiseraðu sandoyingar seg til fjórðingsfinaluna eftir stórt drama og brotssparkskapping ímóti Undrið úr 2. deild.
Í hálvfinaluni verður spælt bæði á heimavølli og útivølli. Hálvfinalan er ásett at vera 9. mai og 23. mai.
Fjórðingsfinalan ídag:
KÍ-HB: Petur Reinert kl. 17.00
B68-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 17.30
AB-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 17.00
FC Suðuroy-B71: Georg N. Rasmussen kl. 15.00