Annar hvør breti vil úr ES

Verður fólkaatkvøða í Bretlandi um limaskap í ES, fer annar hvør breti at atkvøða fyri, at landið skal fara burtur úr samveldinum. Tað vísir ein meiningakanning, sum blaðið Financial Times almannakunnger í dag.

Í kanningini svara 50 prosent, at tey fara at atkvøða Bretland úr ES, 33 prosent siga, at tey fara at atkvøða fyri framhaldandi limaskapi, og tey seinastu 17 prosentini ætla sær ikki á fólkaatkvøðu.

Í síðsta mánað segði David Cameron, forsætisráðharri, at hann hevði sett sær fyri at endurskoða bretska limaskapin í ES, og at í 2017 skulu bretar sleppa á fólkaatkvøðu um limaskapin.

Í kanningini hjá Financial Times siga 45 prosent av teimum spurdu, at Bretland hevuur búskaparligan fyrimun av ES-limaskapinum. Tað halda 34 prosent ikki. 31 prosent siga, at bretski búskapurin fer at vikna, um landið fer úr ES, 33 prosent halda, at hann verður sterkari, og hini halda, at tað fer ikki at gera nakran mun.