Annar av finalistunum rýkur

Fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini eru í kvøld. Í einum av dystunum, er endurtøka frá finaluni í fjør

Tvær fjórðingsfinalur verða leiktar í Champions League í kvøld. Á Vicente Calderon í Madrid spæla arvafíggindarnir, Atletico Madrid og Real Madrid. Meðan hin dysturin er í Torino, har Juventus tekur ímóti Monaco.

 

Serliga dysturin í Madrid er áhugaverdur, tí talan er um endurtøku av finaluni í Champions League farna kappingarár. Tá vann Real Madrid í einum tøttum og spennandi dysti, sum endaði við longdari leiktíð.

Síðani finaluna í fjør, hava liðini spælt fleiri ferðir móti hvørjum øðrum. Millum annað í árligu Supercup dystunum í Spania, í La Liga, og eisini í steypakappingini, har liðini trektu hvørt annað. Merkisvert er, at Atletico Madrid ongan av teimum dystunum hava tapt móti grannunum úr Real Madrid.

 

Í Torino skal Juventus standa sveinaroynd, sum eitt av teimum stóru liðunum í Europa. Juventus hevur vunnið meistaraheitið í Italia seinastu trý árini á rað, og er í løtuni greitt oddalið í Italia. Tað hevur tó gingið heldur striltið hjá Juventus í Europa seinastu árini, men í ár sær út til, at vend er komin í. Juventus slerdi í áttandapartsfinaluni Dortmund út úr kappingini, og er greiður favorittur undan dystinum í kvøld, sum er móti Monaco.

Men Monaco kann lættliga geva Juventus trupulleikar. Tað vóru fá, ið høvdu væntað, at Monaco kundi spæla seg víðari yvir tvær uppgerðir móti Arsenal, men tað prógvaðu Monaco, at teir vóru førir fyri.

 

Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45. Grannauppgerðin í Madrid verður víst á Tv3+ á Televarpinum, meðan Televarpið eisini vísir hina fjórðingsfinala, sum verður víst á Tv3Sport 2.