Annan hugburð til lønir

Ein spurnarrunda millum løgtingslimir vísir, at ein stórur meiriluti tekur á seg ein lønarniðurskurð, fyri at ganga á odda sum góð fyrimynd

Fýra prosent niðurskurð til tey hægst løntu innan tað almenna.
Tað er útgangsstøðið hjá Fíggjarmálaráðnum í lønarsamráðingunum við alment lønt starvsfólk.
Nú kann sjálvandi verða ført fram, at verður hetta úrslitið, so fara politikarar av sær sjálvum nevndu fýra prosentini niður í løn, tí tingfólk og landsstýrisfólk fylgja lønarlagnum hjá tænastumonnum. Kortini hevur Sosialurin gjørt eina spurnarrundu millum tingfólk, um tey vilja fara hesi nevndu prosent niður í løn, sjálvt um almennar lønir ikki minka.
Og her er ein stórur meiriluti fyri at ganga á odda sum ein góð fyrimynd.
Onnur vísa tó til, at fer almenna lønarlagið niður, so fylgja ting- og landsstýrisfólk við av sær sjálvum.
Men tað er í grundini hugvekjandi, at sjálvt garvað tingfólk at síggja til onga meining hava um ein so einfaldan spurning: TEKUR TÚ UNDIR VIÐ, AT LØNIN HJÁ TING- OG LANDSSTÝRISFÓLKUM LÆKKAR EINI 5% – FYRI AT VERA GÓÐ FYRIMYND?
Útvið fjórðingurin av teimum, sum Sosialurin fekk orðið á, vísti til lønarskipanina hjá tænastumonnum, sum løgtings- og landsstýrisfólk fylgja.
Summu av teimum nývaldu tordu onga sum helst meining at hava, fyrr enn tey høvdu konfererað við hægri maktir – og summi sjálvt ikki aftan á tað.
Og so dugdi onkur ikki vanligan fólkasið og hirdi ikki at svara fólki aftur (sí aðra grein á síðuni).

Markant broyting
Bert eitt av teimum 31 tingfólkunum, vit fingu fatur á, segði seg ikki taka undir við einum slíkum uppskoti, og tað skarar fram úr úrslitinum eftir líknandi spurnarrundu 1. september í fjør. Tá vóru bert 12 fyri at fara niður í løn og 16 ímóti.
Men av teimum 16, sum søgdu nei í september í fjør, eru bert fimm eftir, og eingin teirra sigur nei í dag.
Av ja-sigarunum eru eisini fá eftir, somuleiðis fimm. Bæði tey, ið ikki vildu svara, eru farin úr tinginum, meðan tey trý, sum vit ikki fingu fatur á til spurnarrunduna, heldur ikki eru at finna í Tinginum í dag.
Tað kann tí staðfestast, at nýggja løgtingið hevur broytt støðu heilt markant, mótvegis gomlu tingmanningini.
Ein samanteljing av teimum spurdu vísir, at 18 uttan at blunka vilja taka ein lønarniðurskurð, og harvið ganga á odda sum góðar fyrimyndir. Sjey vísa til, at tingmannalønirnar fylgja tænastumannalønunum (og svaraðu harvið reelt ikki upp á spurningin), meðan bert ein tinglimur segði eitt ítøkiligt nei.
Fýra vildu ikki svara ella góvu eitt ikki-svar, meðan tað ikki eydnaðist at fáa fatur á trimum.
Spurnarrundan vísir, at tað fyri ein stóran part er andstøðan, sum gongur á odda í spurninginum. Javnaðarflokkurin hevur fimm ja, og ein vísir til skipanina. Tjóðveldi hevur fýra ja, eitt til skipaninan og eitt nei.
Framsókn tvey ja, Miðflokkurin eitt ja. Í Sambandinum vóru bert tvey ja, men har er at leggja til merkis, at tey trý, vit ikki fingu fatur á, øll vóru úr Sambandinum. Har vísti ein til skipanina, meðan tvey vóru ikki-svar.
Og Fólkaflokkurin hevði fýra ja, tvey vístu til skipanina, meðan tvey ikki svaraðu.

Soleiðis svaraðu tey ja nei skipan ikki fatur á ikki-svar
Fólkaflokkurin
Brandur Sandoy X
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir X
Jóan Magnus Rasmussen X
Jacob Vestergaard X
Bjarni Djurholm X
Rodmundur Nielsen X
Hanus Samró X
Jógvan á Lakjuni X

Sambandsflokkurin
Reimund Langgaard X
Alfred Olsen X
Jóna Mortensen X
Eivind Jacobsen X
Helgi Abrahamsen X
Rósa Samuelsen X
Bárður Nielsen X
Edva Jacobsen X

Javnaðarflokkurin
Aksel V. Johannesen X
Henrid Old X
Rigmor Dam X
Eyðgunn Samuelsen X
Gerhard Lognberg X

Sjálvstýrisflokkurin
Jógvan Skorheim X

Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu X
Sirið Stenberg X
Kristina Háfoss X
Høgni Hoydal X
Bjørt Samuelsen X
Gunvør Balle X

Miðflokkurin
Jenis av Rana X
Bill Justinussen X

Framsókn
Poul Michelsen X
Janus Rein X