Løgmanssteypið
Áðrenn Sosialurin næstu ferð kemur á gøtuna, hevur lesarin helst longu fingið eina góða ábending um, hvørji mótstøðuliðini verða í teimum báðum steypafinalunum, sum verða leiktar um ólavsøkuna.
Tað er nevnliga so, at umframt fjórðingsfinalurnar, sum verða leiktar dýra biðidag, verða fyrru hálvfinalunar hjá monnunum eisini leiktar. Kvinnurnar hava longu avgreitt sínar fjórðingsfinalur, og fara um vikuskiftið at spæla fyrru hálvfinalurnar, umframta at teir nú eisini seta hol á landskappingina.
Tveir favorittar
Vanliga verður tikið til, at í steypakappingini ber ongan tíð til at siga, hvør er favorittur ella ikki, men undir øllum umstøðum tykist tað soleiðis undan fjórðingsfinalunum, at bæði NSÍ og VB kunnu gera seg til at spæla heimadyst sunnudagin.
Runavíkingar skulu dýra biðidag spæla á heimavølli móti vágamonnum, og tá FS Vágar er einasta av eftirverandi liðunum, sum ikki eigur umboð í bestu deildini, so er hetta á pappírinum lættasti dysturin.
Hinvegin er einki at ivast í, at á sama pappíri eigur Vágoyggin avgjørt sterkasta liðið í næstbestu deildini, og tí eiga runavíkingarnir undir ongum umstøðum at taka nakað sum helst fyri givið. Nakað suim teir helst heldur ikki gera.
Tað verður undir øllum umstøðum spennandi at síggja, hvussu teir báðir nýggju brasiliumenninir hjá vágamonnum fara at roynast, nú teir fyri fyrstu ferð skulu í eldin fyri nýggja felag sítt.
Hin stóri favoritturin fríggjadagin er sum sagt VB. Sum besti tvey?arin í bólkaspælinum tryggjaðu teir sær pláss millum seedaðu liðini, og at lutakastið paraði teir saman við samansetta liðnum úr Sundalagnum og Eysturoynni, hava vágbingarnir helst einki ímóti.
Tað er nevnliga einki at ivast í, at VB er greiðir favorittur undan dystinum, og støðan við verkfallinum man í so máta ikki minka um favorittleiklutin, um so er, at talan verður um nakrar ferðamóðar menn, sum fara vestur á Eiðið at spæla.
Tvær lokaluppgerðir
Er talan um greiðar favorittar í hesum báðum dystunum, so tykist tað hinvegin torførari at spáa um, hvussu verður við dystunum í Gøtu og í Havn. Báðir dystirnir hava tað til felags, at talan er um dystir millum lið, sum vanliga halda til ovarliga á stigatalvuni, og at talan er um lokaluppgerðir ger so ikki spenningin minni. Heldur tvørturímóti.
Í Gøtu kemur B68 á vitjan, og umframt at vera grannauppgerð, er talan eisini um dyst millum tey bæði mest vinnandi eysturoyarfeløgini yvirhøvur. Hartil kann hesin dysturin eisini í mangar mátar metast sum ein verulig styrkisroynd millum tvey lið, sum tey flestu rokna við fara at gera seg galdandi í ár.
Hagtølini siga okkum annars, at tað oftast hevur verið so, at gøtumenn hava verið omaná B68, tá avtornar, men serstakliga í Gøtu hevur B68 fleiri góð úrslit at vísa á, og tó at hesi aloftast eru fingin til høldar í landskappingini, so er einki at ivast í, at talan fyri báðar partar verður um eina sera torføra uppgávu.
Talan verður eisini um styrkisroynd í Havn, tá HB eigur heimavøll ímóti grannunum úr B36. Tað er mest sum vorðin ein vani hjá havnarfeløgunum báðum, at tey skulu hittast ávegis móti finaluni, og í øllum førum hevur hetta verið galdandi, síðani finaludysturin varð fluttur til ólavsøkuna.
Seinnu árini hava steypadystirnir millum feløgini bæði eisini verið sera javnir. Í fyrraárið skuldu brotsspørk til, áðrenn HB vann seg í hálvfinaluna, og í fjør dróg B36 longra stráið yvir tveir hálvfinaludystir, tó at samlaði munurin bert var eitt mál.
Grundað á úrslitini higartil í ár, so er HB kanska favorittur at vinna dystin, men ein grannauppgerð er altíð nakað serligt, og tá hendan so eisini er í steypakappingini, er einki sum helst avgjørt undan dystinum, so spennandi verður tað undir øllum umstøðum í øllum fýra dystunum.










