Annað staklag frá politiskum jazzum

VinstraHøgra við bólkinum Gø, sum Plátufelagið Tutl gevur út.

 

Fyri nøkrum vikum síðani avdúkaðu GØ komandi heildarútgávuna 'Ævir, amen' og góvu út teirra kraftmikla staklag, 'Loysing í dós.' Nú, eru fríjazzarnir klárir við teirra aðru útgávu: funky lagið 'VinstraHøgra.' Við groovy synth basslinju og einum lættum, fangandi melodiið, miðja GØ eftir at fanga ta reinu gleðina av spølunum frá barndóminum.

 

Politikkur líkist barnaspæli

 

Heitið, sum hevur íblástur frá føroyska barnasanginum 'Vinstra, høgra,' ber ein fínan politiskan undirtóna: "Vinstra" vísir til tað vinstravenda, og "Høgra" til tað høgravenda. Saman við spælandi og humoristiska tónalagnum í sanginum, bendir heitið á tankan um, at politikkur onkuntíð kann líkjast einum barnaspæliplássi hjá vaksnum, skrivar Tutl.

 

Leinkja til VinstraHøgra