Annað lív á Húnakletti

Nú ein dagin høvdu nakrir nólsoyingar tikið tað stigið, at leggja ein ein gamlan jarnlut út á Húnakletti.

Nú ein dagin høvdu nakrir nólsoyingar tikið tað stigið, at leggja ein ein gamlan jarnlut út á Húnakletti.

 

Nú er nógv høgligari at fara á seiðaberg norðuri á Húnakletti, norðast í bygdini í Nólsoy.

 

Har eru nógvir túsund seiðirnir pilkaðir gjøgnum tíðina, men nokk eisini nógvir pilkar slitnir undan.

 

Nú eru so ráð fyri tí.

 

Nú er partur av einari gamlari flótibrúgv ella líknandi lagdur av innara klettinum og út av Húnakletti, so nú er vandin ikki so stórur fyri at fáa fast í botn.

 

Verður nú skipað soleiðis fyri, at eitt rekkverk verður gjørt runt um gomlu flótibrúnna, verða sjálvt børnini eisini trygg, tá tey fara oman á Húnaklett at fiska.

 

Nýggja brúgvin er longu roynd. Sum sæst stendur maður við tráðu á brúnni.

 

Fleiri myndir, tá nólsoyingar leggja út nýggju brúnna, eru at finna á facebook síðuni hjá Pedda Hansen, sum eisini eigur hesa myndina.