Anna er ættað úr Tórshavn, dóttir Tórgerð og Hassa Kragesteen.
Anna er gift við Hera Weihe, ið starvast sum sýnsmaður á Tryggingarfelagnum Føroyum. Heri er ættaður úr Sørvági. Tey eiga tveir synir, Ivan, ið er maskinmeistari og búsitandi í Hósvík, og Allan, ið er byggifrøðingur, og er í ferð við at flyta aftur til Føroyar úr Danmark. Anna eigur 6 ommubørn.
Á starvsdegnum hevur arbeiðspláss hennara instillað Annu til at fáa handað Dronningens fortjenestemedalje.
Familjan ynskja Annu hjartaliga tillukku við hesum stóra degi hennara.










